Wednesday, March 17, 2010

I fell asleep, and I liked it

Nú var heilt ótrúliga langtsíðani eg skrivaði nakað, so hví ikki, tá eg av óvart trýsti á skeiva heimasíðu og endaði her? Eg kundi ikki koma í tankar um nakað, sum eg orkaði, tá eg kom heim frá arbeiði, tí eg sovnaði í bussinum og sovi enn, men náddi allíkavæl at fara úr honum og ganga heim, luckily. Tí legði eg meg so langan eg eri (einans 180) í sofuna við telduni omaná mær og nýti tað, lige så længe det varer.
Tað er annars ikki ofta eg sovni í bussinum; faktiskt haldi eg tað er fyrstu ferð síðani eg var smølfur í Hoydølum. Tað sum hendi var, at bussurin steðgaði uttanfyri undirsjóvartunnilin, sum alvorliga trongir til eitt styttri navn, av tí, at ferðslan var stongd og bert var leidd ígjøgnum kl.18.oo og 21.00, men eg var har bara tí fyrru ferðina, av tí at tað ikki gevur serliga nógva meining at koyra vestur so ofta um dagin.. Anyhow, so bíðaðu vit longi, sum var eitt sindur merkiligt, aftaná at skunda mær frá arbeiði í ótíð, so eg skulid sleppa heim í dag. Yup, tað er lívið at búgva á bygd í ár 2010. Tað besta av tí heila er, at ferðslan út til Nólsoyar sær út til at vera betur, tí teir grenja sjáldan, báturin siglir til langt út á kvøldið, ímeðan hasin bussurin vestur í Vágarnar bara koyrir til kl.19.15, so er síðsta ruta ... Og eg tími ikki at hava ein edrúan chauffør tá eg vil út at eta, sum er ríkiliga sjáldan av tí sama, og tí at tað kostar... Og Kjartan vil grenja í kvøld. Men á ljósu síðuna, so kundi tað verið eitt tekin um, at eg eri vaknaður aftur, tí hetta minnir ikki sørt um morgungron. Progress people!
So var tað tann brennandi spurningurin, hvat skal eg gera við megsjálvan restina av kvøldinum, tí eg eri bangin fyri at fornerma onkran, um eg fari út við morgungron, og tað skal sigast at klokkan er 20.29 ímeðan mín morgungron leikar í. Better next time, ha? Tað má verða tíð til ein part av Family Guy og møguliga, eg veit ikki, kanska eg hyggi eftir "confessions of a shopaholic" .. again!
Vónandi er hetta to be continued, tí eg haldi eg havi saknað at skriva. Og kanska, eg veit ikki, fer tað at verða eitt sindur meira meining í tí næsta eg skrivi, men grenjut verður tað heilt sikkurt .. Hevði eg bara vita, hvussu tað stavaðist ...