Thursday, October 13, 2011

Sum tey ungu siga, FML (Fuck my life)

Sum eg havi sagt fyrr, so eri eg ikki eitt negativt menniskja, men mín bloggur er mítt outlet fyri, tá eg eri í ringum lag. Í dag er eitt serstakliga gott dømi upp á eina sovorðna løtu, har eg má sleppa at blogga.

Dagurin byrjaði fantastiskt! Vaknaði av mær sjálvum, fyrsti dagurin í heystferiuni. Klokkan var ikki 08.00 enn, so eg kundi fingið nógv burturúr. Um eg nú ramsi upp, hvussu væl dagurin byrjaði, so eg kann brúka tíðina upp á, hvussu alt vendist á høvdinum, næstan sum ein farsa, bara uttan láturin, sum annars hevði verið so kærkomin. Her it goes: Góðan morgunmat, sjónvarp, tosa við mammu gjøgnum skype og vaska upp. Alt áðren klokkan 10.00.

So hendi tað. Internetið fór, tí nú skal mann, obinbart, brúka leidning til internetið aftur, so tað er lættari at hava eftirlit við, hvat tað verður brúkt til. Fínasta slag, men nú havi eg ikki internet, sum vil siga, at hetta innleggið er skriva niður á teldu fyrst fyri seinni at verða lagt út á bloggin.

"Tað er so í lagið, men keðiligt," hugsaði eg. "So fari eg bara at bora hol í veggin, so eg kann hanga ymiskt upp, sum hevur bíða alt ov longi eftir mær," men gleðin var stutt, tí tað er einans loyvt at bora millum kl.12.00-14.00 og kl.17.30-19.30. So tað mátti bíða til aftaná døgurða.

Døgurði. Hann skuldi verða lekkur. Mín signature grýturætt og eplir í ovnin. Hann var eisini lekkur. Men tá eg skuldi lata dósina til tomatpurré'ina upp skar eg næstan tummulin av mær. Ok, kanska ikki so Tarantinosligt, men eg minnist meg ikki hava bløtt so nógv í mínum lívið; og eg bløddi illa næsablóð, tá eg var lítil. Um hetta mundi byrji eg at hugsa, at hesin dagurin er reint bullshit og eg vil streyka. Either way, so hevði eg onki plástur inni, so eg mátt renna yvir í netto við pappíri, har blóði dryppaði úr, um tummilin. Gita um har var lang kø? Faktiskt ikki .. Men kassin steðgaði upp, so eg longdist eftir einari langari kø í staðin. Næsta 1,5 tíman vóru fleiri smáðir niðurtúrar sum at brenna tunguna við matinum, bløða ígjøgnum plástri og líknandi, men aftana 1,5 tíma gavst tað endiliga at bløða ígjøgnum tey eg-havi-mist-tali-á-hvussu-nógv løg av plástri. Við ørðum orðum kundi eg í prinsippinum fari at hanga okkurt á veggin og annað produktivr, men gakk .. eg mangli bæði bor og skrúvur, so eg mátti út at keypa, bara fyri at náa heim og finna útav, at tað aftur var uttanfyri boritíðina, so eg kom ikki langt á tí økinum.

Við gron, illsinnabita og suffið setti eg meg í songina og mintist við eitt, at eg, tá eg gjørdi døgurða hoyrdi eitt brak, tí tá eg hugdi eftir vindeyganum hjá mær var tað alt sprekka sum tað var, og soleiðis sær tað enn út, tí eg kann ikki gera nakað við tað, fyrr enn inspektørurin á kollegiinum hevur opið kl.09.00 í morgin. Nú er klokkan 16.26, og eg havi fingið eitt lítið outlet fyri mína øði og neyð, men fái ikki uploada tað enn.. ella jú, eg láni líka internetið frá nábúgvanum, áðrenn eg gloymi tað, men SO havi eg ikki internetsamband fyrr enn í morgin. Skulu vit vóna, at lagið verður betur til formannsumfari í Føroyingahúsinum í kvøld, ella er tað ein dagur, har eg skuldi bara verið verandi í songini?

P.S. Eg gloymdi at siga, at á veg heim, aftaná at hava keypt skrúvur og bor til borimaskinuna, sá eg eina konu blíva yvirkoyrda, so eg hevði eina Oscar verdiga framførðslu sum “tann góði samariubúgvin” við at hjálpa konuni og bilistinum, sum bæði vóru í sjokki, ímeðan mín dagur var “The worst of times, definitely not the best of times” og ein keypmannahavnaramamma stóð og skeldaði mannin, sum hon óivað helt hevði rent á konuna á súkkluni við vilja, tí tær halda altíð tað ringasta um onnur.

And breathe, smile and breathe ... :) Kann onkur nú siga mær, um hetta ikki ljóðar sum ein vánaligur stuttfilmur?

Saturday, July 9, 2011

Tú alfagra land mítt

Mín summarferia her heima hevur argumentera mær væl ímóti at flyta heim í framtíðini.
Skulu vit ikki bara takað ymiskar grundgevingar punkt fyri punkt? Eg nevni líka, at hetta er ikki galdandi fyri øll, men í størri mun í Føroyum enn aðrastaðni.

1. Kulinariskt ógjørligt hjá mær at búgva í Føroyum.
Eg havi aldrin verið ein serstakliga stórur fjeppari av føroyskum mati, men tað er ikki trupulleikin í hesum føri, tí tað eru so nógv onnur, sum ikki dáma annaðhvørt ræst kjøt, seyðarhøvd ella forgiftaða grind. No problem, mann kann keypa sær okkurt annað. Men hvat fær mann í føroyum? Perur, banan, appelsin og súrepli kosta á leið tað sama, sum í Danmark, men annars er grønmeti og frugt so rimmar dýr her á landi. So um mann, sum eg, gjarna vil eta sunt, so má mann hálvavegna vera millióningur. Kanska tí føroyingar stuðla Danske Spil í so stóran mun. Tey royna sjálvandi at gerast lotto millióningar, so tey skulu hava ráð at eta sunt.
Tað var so prísmunurin, men hvussu við úrvalinum? Eg finnið sjáldan tær røttu nøturnar og ymiskt annað, sum mær dámar at brúka til mína matger. Hetta kemur eisini til sjóndar, tá eg havi matpakka við ymsa staðni í Føroyum. Fólk sita bara og stara eftir matinum og spyrja við vaml í røddini, sum um teirra pestisid dálkaði, giftaði, proteinfátæki, sukurríki og serliga fitandi og salti matpakki var nakað at reypa av, "Hvat ER hatta." Tað eitur vegetarmatur, you should try it. Føroya fólk er ikki klárt at taka ímóti sunnum kosti ella at selja ráðvørurnar í handlunum til sømiligan prís.
Síðst, men møguliga minst, so eru tey fáu respektablu støðini, har ein kann fara út at eta so ókristiliga dýr, at tað er tað tættasta Føroyar koma at einum sekulariseraðum samfelagi.
Alt hetta tilsamans hevur givið mær bumsar um alt trýni, sum bleiv spotfree í Danmark.


2. Tað er eitt føroyskt fyribrigdi ikki at kenna hvørki móta, stíl ella trends.
Trý omanfyristandandi vera við jøvnum millumbilum blandaði við hvørt annað í Føroyum. Men lat meg forklára. Móti er tað sum sniðgevin sniðgevur. Stílur er tað, sum tær persónliga dámar. Eitt trend er nýggi mátin, sum fólk ganga í klæðunum, ein nýggj farva, eitt nýtt snið... Tað nýggja ráki innan klædnaheimin. Tá ein dugir at blanda hesi trý fyribrigdi í sínari garderobu, er mann helst ikki búsitandi í føroyum, tí her blanda fólk heldur, hvat hvørt er og halda alt vera tað sama, og verja sína garderobu við "Hetta er tað, sum tey brúka nú." Fyrst og fremst, nei, tey brúka ikki hatta. Og hvørji er tey?
Á hin bógvin vilja føroyingar aldrin síggjast burtur úr mannamúgvuni. Tí eru tað einans tey somu trendini sum vinna sær fram í føroyum: bjartar farvur, løgin mynstur, løgnar hárfarvur, stutt hár, denim og nógva húð. Hyggi sjálvi, hetta kemur allatíðina aftur í Føroyum, ímeðan mótaheimurin roynir at vera sparin við hesum. Tað vil ikki siga, at Føroyingar hava individuellan stíl, tí øll ganga líka ílatin; og mótaheimurin er sparin við tílíkum trendum, tí tey skjótt síggja kiksaði út, líkasum fjøldin í Deep.
Síðst á skránni innan hetta punktið, so ger tað, at mínir landsmenn eru so demode, sum Karl Lagerfeld ofta tekur til, at her ikki eru brúkiligir klædnahandlar í landinum. Eg havi hugt, men fuck of, har er bara denim, sum eg eigi nokk av, farvur, sum eg ikki vil goyma meg aftanfyri, tí eg haldi meg ikki vera so ljótan, at tað trongir til, statement T-Shirtir, sum eru so útdateraðar, at tað næstan er retro, men akkurát ikki. Endurnýtsla í Føroyum er eisini so mikið lítið ment, at ein einans finnur klæðir, sum tú sjálvur kundi keypt tær fyri fáum árum síðani.
Hetta hevur alt við sær, at eg føli meg óinspireraðan, og sum klædnasnobb, yes, I admit it, so verði eg í ringum lag av hesum.

3. Óupplýst, býtt fólk, sum halda piercingar vera originalar.
Eg havi valgt ikki at grenja um hetta fyri fólki generelt, men eg skrivi tað her, tí eg má grenja onkratsaðni. Í hvussu er hoyri eg konstant fólk siga, tá eg gangi framvið "Helviti, hann er bøssi," "Bøssi," "Ert tú ein genta?" Lat okkum bara staðfesta beinavegin. Eg eri homoseksuellur, og eri opin um tað, so tað er ikki meira enn at konstatera nakað meiningsleyst. Tað svarar til, at eg kommenteri hvørja fer onkur gongur framvið í arbeiðisjakka, myrkum hári, hol í oyrunum, krossi um hálsin og tílíkt. Til hitt, so haldi eg, at fólk ikki høvdu verið í iva um eg var ein genta. Haldi ikki eg síggi serliga androgynur út.
Hetta og meira enn sat eg og hugsaði, tá eg sat í einum balli, har eg onki hevði til felags við nakran. Tað kendist als ikki, sum eg hoyrdi heima har. So gekk tað upp fyri mær, at soleiðis eru mínar kenslur fyri Føroya landi. Tær eru ikki so ambivalentar, sum tær plagdu, tí svari er einkult. Nei, eg klári ikki at búgva í hesum landinum. Eg havi góð minnir av fólki hiðani, men fleiri ring. Hetta landi hevur aldrin føltst sum eitt heim hjá mær, men soleiðis má tað vera. Sum amerikumenn plaga at taka til: "I'm just a big fish in a small pond." Signing out as a foreigner.

Friday, January 14, 2011

Í leitan eftir Pizza

Tað var eitt myrkt kvøld í gøtunum mitt í Keypmannahavn. Mjørkin lá tjúkkur. Búkurin var enn ikki farin at knurra, men eta skuldu vit. Og vit vóru tvør! Drama is over, men inntil í gjárkvøldi hevði eg aldrin trúð, at tað var so ringt at finna eitt decent pizzaria í kbh.
Kl.16.45 var eg komin inn í býin, where company was waiting (ja, Sissal, tú ert referred to as company.) Ætlanin var at fara framvið Decor í hvussu er, tí har var ein grønur vestur í rugskinn, sum græt eftir mær, men ikki var í handlinum meira, tá vit komu framm. Damn, men the window shopping comtinues líka til eina løtu aftaná síðsti handilin stongdi. Eg haldi maðurin, sum var til arbeiðis var eitt sindur skuffaður av, at vit onki keyptu frá honum.
Í hvussu er var klokkan farin av 18.00, og vit máttu hava okkurt at eta, so vit gingu víðari til Pilestræde, men lupu eina gøtu um av óvart, tí har var vegarbeiði, sum sá eitt sindur buldrasligt út. Aftaná longri tíð enn ætla vóru vit í Pilestræde og har var tað, in the middle of the street there shined a shiny raw food restaurant, 42 Raw. Meeeeeeeeeeeeeeen vit broyttu meining og byrjaðu at tosa um pizza,s erliga aftaná, at tað einasta beinleiðis mettandi í skránni, sum eg ikki kann gera nógv bíligari sjálvur, var ein raw lasagne (nei, tað er uttan kjøt og ja, hon mettar) sum kostaði 118 fyri eina hálva.
Leiðin gekk víðari og ikki vistu vit, at klokkan skuldi blíva 20.00, áðrenn vit funnu nakað at eta. Á vegnum funnu vit sushi við rímiligum prísi, men for fáum bitum til onga desert at hava, eina anmerikanska restaurant við víni á borðinum (amerikanarar og vín?!? Tað er sum ein dani í einari fjallgongu. Just wrong!), tvey tóm pizzaria, sum sóu í so skitlig út, eitt stongt etika og endaðu enntá í bakgarðinum hjá einari italienskari restaurant ... vit gingu skeivan veg, men vit funnu røttu síðuna .. eventually! Men tá vit funnu tí røttu hurðina settu vit okkum við eitt borð fyri tvey og hugdu eftir matskránni. Knapliga hoyri eg eitt "mhm..," sum ljóðaði eitt sindur skuffa. Eg hugsaði tað sama, vit hugdu upp og vóru einig, vit mugu reisa okkum og fara. Spurningurin stendir enn; "Hvussu kann mann hava eina pizza menu uttan at hava nakra pizza við nøkrum kjøti?!? Parmaskinka telir ikki, tí tað er eitt sindur nasty og konservera til mánan og aftur." The search continues.
Eftir áðurnevndu skuffilsini endaðu vit á strøgnum, har tað sum kunnugt ongar góðar matstovur eru, tí har altíð eru so nógv fólk um dagin, at tey ikki hava tíð at gera sær ómak. Um kvøldið eru tey so móð eftir ein haðran arbeiðisdag, at tey ikki orka at gera sær ómak og allarhelst hava tey aldrin hoyrt um service. Av tí sama var eg skeptiskur og staðfesti at McDonalds ikki hevur uppiborið mínar pengar og Mama Rosa ikki hevur serliga góðar pizza'ir (ella, sum summir føroyingar siga, pitsur,) og kostar sum um mann hevði bílagt eina fínari máltíð. Knapliga hildu vit, at nú vendi okkara eydnu, vit fylgdu pílunum á einum skilti, hjá hasum monnunum, sum standa dagin langan og reklamera fyri ymiskar matstovur, stakkaladýrini. Men vit funnu so eina marokkanska restaurant, eina turkiska buffet, Jensens Bøfhus og Pasta Basta. Trupulleikin var: Marokko og Turkaland var for eksperimenterandi í tí løtuni, Jensens Bøfhus (har eg enn ikki havi etið) var stongt og Pasta Basta hevði onga pizza. Men nú var ikki langt eftir á mál. Vit skuldu líka ganga framvið Burgerlicious, sum sá eitt sindur burgersgusting út og einari buffet, sum var full av deep pan pizza'um. Deep pan, seriously? Pizza er ósunt sum er, hví gera tað verri fyri onga grund? Men vit nærkaðust okkum Ráðhúsplássinum og gjørdu av, at nú fara vit inn har, sum tað stendir pizza við .. neon .. ljósum .. Men tað var faktiskt har, vit endaðu við at eta. Og har smakkaði enntá væl OG! ! Botnurin var ikki heilt hvítur, tey brúktu grahamsmjøl!
Sum um hatta ævintýri ikki var nokk, so fóru vit í biograf aftaná, har vit fyltu okkum við bomm og nú havi eg ilt í bíkinum!
Bon appetite

Wednesday, January 12, 2011

All the children are insane

Suff, huff, puff ... Hvat feilar? Alt! Hvussu kann alt feila, hvat meinar tú? Eg fái alt, fría atgongd til skúla, sleppu ókeypis til lækna og um eg gangi arbeiðusleysur fái eg pengar frá landinum, men eg eri ungdómurin í vesturheiminum, sum aldrin er nøgdur og etir víðari, ímeðan svang børn vera skotin á opnum skermi í nýggjheitunum hvønn dag.
Eg stúri fyri, at soleiðis er tað. Tíðin er farin frá, at vit hava eina rødd, tí vit hava onki at siga við røddini. Tey, ið stýra okkara framtíð eru longu í holt við at nýta sína, ímeðan vit (í hvussu er eg) sita og lesa okkum klók, so vit kunnu stýra framtíðini hjá næsta ættarliðinum, ið onga rødd hevur tørv á. Hví er tað so? Er heimurin so bangin fyri, at ungdómurin fer "amok" aftur, líka sum í 60'unum og 70'unum, har eg burdi verið ungur (um tú ivast, síð aðrar greinir, eg havi skrivað longur niðri.) Halda tey, at nú, tá yngsta ættarliði fyri fyrstu fer í hálva øld ikki roynir at kollvelta tí, sum undanfarna ættarliði hevur uppbygt, so mugu tey halda okkum enn fastari, tí tað má vera sum danskurin sigur "Stilheden før stormen?" Persónliga ynskir mín romantiska síða, sum altíð droymir um, hvussu onnur livdu einaferð langtsíðani, tá luftin var frískari, vatni var bláari og børn vóru fitt, tí tey ikki høvdu sukursjokk døgni runt og kundu sissast við øðrum enn einari Nintendo DS, at tað er stilheden før stormen.
Heilt erligt, hvat fara komandi ættarlið at minnast okkum fyri? Gentir, sum eru ílatnar sum horur, ja minst helvtin, samstundis við, at mannfólki gongur í ljósareyðum, violettum og øðrum smágentufarvum? Skulu vit gera ein lista av tingum, sum framtíði fer at setai samband við verandi ættarlið? Ja?! Great, havi ætla mær at gjørt tað longi, so here it goes in no particular order:
1. Appilsingula húð
2. Sita dagin langan á internetinum (preferably á facebook)
3. Reality shows, har tey luttakandi eru nakin, appilsingul og full (ja, eg hyggi eisini, how can you not?)
4. Betur rættindi fyri samkynd (okkurt gott hendir, men hugsa sær, um fólk virkuliga arbeiddu fyri tí, vit vita er rætt, so høvdu vit verið komin nógv nærri málinum)
5. Hampafólki í samkomum heilavaska føroyska ungdómin.
6. Tey, ið lótu Jenis av Rana sleppa undan við skrekkinum aftaná brot av §266b
7. Allir skúlar stongja vegna svamp, ið finst í øllum beton bygningum í Føroyum
8. Hardcore dance, techno og hiphop, tað vil siga dansi tónleik framm fyri, ehm .. tónleik
9. Tey, sum lita hári litir, sum bara eru ónatúrligir
10. Piercingar, sum gjøgnumbora ein annars vælskaptan kropp

Just a few of the things, sum okkara ættarlið kemur at vera mint fyri.
Eg hugdi eftir filminum um The Doors við Val Kilmer sum Jim Morrison ein dagin. Hann var lesandi á einum filmskúla tíðliga í 60'unum, tá hann knapliga ein dagin reisti seg og fór út, tí tað var skeivt. Lívi hjá honum var skeivt. Samfelagið var skeivt! Alt var skeivt!! Soleiðis havi eg tað ofta. Tað er bara skeivt at eg siti niðri og lesi ístaðin fyri at njóta besta partin av mínum lívi, sum bert er eina ferð. Syrgiligi munurin er, at um eg reisti meg upp og fór, tí alt var skeivt, so hevði eg allarhelst enda við at flutt heim í kjallaran hjá mammu og pápa og blivi gamal drongur í Miðvági.. Kanska eg hevði byrja at gingið í tuflum enntá .. ímeðan Jim Morrison bleiv ein rock legenda, sum enn í dag ljóðar groovy, baby, if you can dig it? ...og hann doyði í baðikarinum av einari yvirdosis sum 27 ára gamal.
Um lívið var heilt fair, sum eg ikki trúgvi at tað nakrantíð fer at verða, so kundi mann haft bæði. Bæði fingið sær eina góða útbúgving og blíva ein ordans fat cat við so nógvum pengum, at tað kann brúkast sum konfetti á nýggjárinum og samstundis njóta sín ungdóm, sum spakuliga sníkir seg út gjøgnum porurnar á okkum. Ella í tí minsta kundu vit havt okkurt at víst á, um vit blivu spurd av komandi ættarliðum, hvat vit fingu burturúr, síðani vit ikki livdu ímeðan vit vóru ung. Um vit kundu sagt, hygg, vit høvdu mótmælisgongur og tí hava tit tað betur í dag. Ella okkurt, so ein kundi verið stoltur av sínum ættarliði.
Men tíverri eri eg ikki nógv øðrvísi enn onnur í mínum aldri, tí nú ringdi skype, og eg má fara. Týpiskt at onkur ringir mitt í sovorðnum, ha?