Sum eg havi sagt fyrr, so eri eg ikki eitt negativt menniskja, men mín bloggur er mítt outlet fyri, tá eg eri í ringum lag. Í dag er eitt serstakliga gott dømi upp á eina sovorðna løtu, har eg má sleppa at blogga.
Dagurin byrjaði fantastiskt! Vaknaði av mær sjálvum, fyrsti dagurin í heystferiuni. Klokkan var ikki 08.00 enn, so eg kundi fingið nógv burturúr. Um eg nú ramsi upp, hvussu væl dagurin byrjaði, so eg kann brúka tíðina upp á, hvussu alt vendist á høvdinum, næstan sum ein farsa, bara uttan láturin, sum annars hevði verið so kærkomin. Her it goes: Góðan morgunmat, sjónvarp, tosa við mammu gjøgnum skype og vaska upp. Alt áðren klokkan 10.00.
So hendi tað. Internetið fór, tí nú skal mann, obinbart, brúka leidning til internetið aftur, so tað er lættari at hava eftirlit við, hvat tað verður brúkt til. Fínasta slag, men nú havi eg ikki internet, sum vil siga, at hetta innleggið er skriva niður á teldu fyrst fyri seinni at verða lagt út á bloggin.
"Tað er so í lagið, men keðiligt," hugsaði eg. "So fari eg bara at bora hol í veggin, so eg kann hanga ymiskt upp, sum hevur bíða alt ov longi eftir mær," men gleðin var stutt, tí tað er einans loyvt at bora millum kl.12.00-14.00 og kl.17.30-19.30. So tað mátti bíða til aftaná døgurða.
Døgurði. Hann skuldi verða lekkur. Mín signature grýturætt og eplir í ovnin. Hann var eisini lekkur. Men tá eg skuldi lata dósina til tomatpurré'ina upp skar eg næstan tummulin av mær. Ok, kanska ikki so Tarantinosligt, men eg minnist meg ikki hava bløtt so nógv í mínum lívið; og eg bløddi illa næsablóð, tá eg var lítil. Um hetta mundi byrji eg at hugsa, at hesin dagurin er reint bullshit og eg vil streyka. Either way, so hevði eg onki plástur inni, so eg mátt renna yvir í netto við pappíri, har blóði dryppaði úr, um tummilin. Gita um har var lang kø? Faktiskt ikki .. Men kassin steðgaði upp, so eg longdist eftir einari langari kø í staðin. Næsta 1,5 tíman vóru fleiri smáðir niðurtúrar sum at brenna tunguna við matinum, bløða ígjøgnum plástri og líknandi, men aftana 1,5 tíma gavst tað endiliga at bløða ígjøgnum tey eg-havi-mist-tali-á-hvussu-nógv løg av plástri. Við ørðum orðum kundi eg í prinsippinum fari at hanga okkurt á veggin og annað produktivr, men gakk .. eg mangli bæði bor og skrúvur, so eg mátti út at keypa, bara fyri at náa heim og finna útav, at tað aftur var uttanfyri boritíðina, so eg kom ikki langt á tí økinum.
Við gron, illsinnabita og suffið setti eg meg í songina og mintist við eitt, at eg, tá eg gjørdi døgurða hoyrdi eitt brak, tí tá eg hugdi eftir vindeyganum hjá mær var tað alt sprekka sum tað var, og soleiðis sær tað enn út, tí eg kann ikki gera nakað við tað, fyrr enn inspektørurin á kollegiinum hevur opið kl.09.00 í morgin. Nú er klokkan 16.26, og eg havi fingið eitt lítið outlet fyri mína øði og neyð, men fái ikki uploada tað enn.. ella jú, eg láni líka internetið frá nábúgvanum, áðrenn eg gloymi tað, men SO havi eg ikki internetsamband fyrr enn í morgin. Skulu vit vóna, at lagið verður betur til formannsumfari í Føroyingahúsinum í kvøld, ella er tað ein dagur, har eg skuldi bara verið verandi í songini?
P.S. Eg gloymdi at siga, at á veg heim, aftaná at hava keypt skrúvur og bor til borimaskinuna, sá eg eina konu blíva yvirkoyrda, so eg hevði eina Oscar verdiga framførðslu sum “tann góði samariubúgvin” við at hjálpa konuni og bilistinum, sum bæði vóru í sjokki, ímeðan mín dagur var “The worst of times, definitely not the best of times” og ein keypmannahavnaramamma stóð og skeldaði mannin, sum hon óivað helt hevði rent á konuna á súkkluni við vilja, tí tær halda altíð tað ringasta um onnur.
And breathe, smile and breathe ... :) Kann onkur nú siga mær, um hetta ikki ljóðar sum ein vánaligur stuttfilmur?