Monday, August 17, 2009

Killer wasps!

Fyristilla tær tónleikin úr filminum Jaws, tá hávurin nærkast. Djúpur bassur kemur og fer spakuliga, eins og rútman, sum hávurin svimur í. Tú gongur óvitandi eftir Havnar gøtum. Djúpur bassur. Onkur hyggur eftir tær, sum um tú vart í vanda. Djúpur bassur. Tú gongur víðari, veðri er gott og ongin grund er til ikki at smílast, fyrr enn eitt skýggj kemur fyri sólina. Djúpur bassur, sum verður títtari og títtari, tí beint við oyra á tær er ein lillsint surrandi veps!!
Heyst omaná heyst ganga vit og renna og bukka okkum undan hasari gulu pláguni. Og nú byrjar heysti so smátt. Djúpur bassur. Um mann ikki ræðist tær, so hevur mann tað sikkurt ótrúliga stuttligt hesa árstíðina, tá mann hoyrir ýlini og sær fólk spela undan. Onkur blakar enntá ís og bomm úr hondini, bara fyri ikki at tiltrekkja tær. Og so er tað handan skjóta rørðslan, tá mann knapliga hoyrir surri í oyranum.
Onki er, hóast alt, so ringt, at tað ikki er gott fyri okkurt, tí so kanska summi gevast við at eta so nógv søtt eina løtu og summi vera eggjaði at renna við sjónina av einari veps, so tað er helst ein góður stuðul nú, tá ið tað er rørðsluár. Ella kanska tað virkar mótsatt, so summi halda sær inni? So verður ikki nógv motión av tí.
Men hví ikki bara renna undan teimum? Tað er ikki serliga skeg at eitt dýr flýgur upp í gronina á einum og stingur, um ein roynir at fjerna tað, so hví skal tað verða so løgið at førka seg undan? Serliga tá ein ikki veit um ein er alergiskur fyrr enn ov seint er. Og so koma myturnar. Tær koma bara eftir tær, tí tú hevur perfume, sum verður mótsagt av at tær skulu verða tiltrektar av kropsluktum og onkur heldur sigarettroykur heldur teimum vekk, onnur siga tað øsir tær. Tær sigast heldur ikki stinga, um ein letur tær fáa frið, men nógv eru vorðin stungin uttan at vita av, at tær eru har, fyrr enn tær stinga. Og hvussu lætt er tað at lata tær fáa frið, tá ið tær konstant flúgva upp í heysin á tær?
Umleið her skifta vit djúpa bassin úr Jaws út við hvínandi ljóðini úr Psycho, ímeðan vepsirnar stinga og vit stinga av - sum best ber til og í mangum føri renna á okkurt/onkran annað/annan.

Thursday, August 13, 2009

Woodstock og Aquarius, skilur tú?

Beint nú siti eg við eitt opið vindeyga og síggi út yvir eina bláa vág við Steigafjøllunum sum bakgrund og longur burturi nakrar fjallatoppar á Streymoynni. Tað er ein vøkur sjón, serliga ein dag sum í dag. Sólin skínur og bert eitt lítið lot merkist. Nokk um tað. Meiningin við at nevna tað er, at fyri løtu síðani stakk ein tanki seg upp. Tá vit føroyingar eru so stoltir av okkara náttúru, hví dálka vit hana so illa? Um ein gongur runt niðri í bygdini/býnum, so ber ikki annað til enn at síggja skrell liggja og rekast, ofta beint við síðuna av skrellispannum enn tá .. Og um ein stegðgar uttanfyri bygt økið, er støðan lítið frægari. Um ein veruliga er so glaður fyri okkara vøkru náttúru ella yvirhøvur hevur nakran stoltleika av sínari bygd/býi, so skuldi tað ikki verið so torført at koyrt tómar bomm- og kipspakkar, fløskur, tyggigumm, íspinnar, sigarettstubbar í eina skrellispann, tí tað er alt annað enn langt í millum tær. Haraftrat sær tað nógv penari út, um ikki alt flýtur í skrelli vegna dovinskap. Tað kunnu ikki eingongd mótstandarir av umhvørvismálum , sum Óli Brechmann, noktað. Og ímeðan vit eru í tí hjørninum, so kunnu vit hyggja eftir skrellinum í heimunum. Tí sum øll, sum nakrantíð eru í Havn, verða mint um allan dag hvønn dag av skrellimonnunum, so skal burturkast skiljast, "Skilur tú?"
Tað er tó ótrúligt at, sum so nógv annað, sum vit sjálvi eiga at takað ábyrgd av, so endar umhvørvismál í løgtinginum saman við menniskjarættindum og líkarætti, har vit gloyma tey burtur og málini verða parkeraði heldur enn viðgjørd. Hvønn bata ger hetta? Hvussu er tað blivi soleiðis? Hava vit gloymt eina tíð, har fólk tóku í egnan barm og vístu sín áhuga fyri at loysa trupulleikarnar? Tá næmingar úr Hoydølum mótmæltu móti nato-støðini, tá tey fyri 40 árum síðani í Amerika savnaðust á Woodstock festivalinum um sína felagshugsjón um eina ljósari framtíð, sum aldrin kom, tí ungdómurin, sum eg sjálvur eri ein partur av, er blivin passivur og ungdómurin, sum var tá í tíðini, tá fólk trúðu upp á broyting og framgongd, nú situr í teimum týðandi sessunum í landinum og heiminum, men velja at vera passiv. Illusiónin av javnstøðu er doyggjandi, Demokratia stríðist fyri hvørt andatak og illusiónin um "Age of Aquarius" er farin frá einari alvorligari meining, sum kundi givið okkara samfelag nógv gott, til at vera tað reina meiningsleysa undirhald, sum framførðslan av "Hair" hjá næmingum úr Hoydølum seinasta ár vitnaði um. Hetta er ikki einasta tekni, men klæðini, sum hippie'arir brúktu sum mótmæli móti einum samfelagi, sum ikki riggaði - eitt mótmæli móti kapitalismuni - klæðini koma nú av og á framm aftur í mótaheiminum, har tey tæna kapitalismuni, sum hevur tikið tey sum krígsfangar.
Hetta er ikki meint sum grenj, men heldur nakrir tankar, sum eg vildi hava út. Men tað er nokk ikki so býtt at hyggja eftir samfelagnum, og hugsa, um vit sjálvi gera nóg mikið fyri at bøta um tað. Gera vit nokk fyri at fyribyrgja veðurlagsbroytingum, verja homosexuel, fáa javnstøðu til kvinnurnar. Hetta eru umráðandi mál, sum hvør einstakur eigur at gera sítt fyri. Vit fara helst ikki at kollvelta okkara samfelag í næstum, men hví ikki takað hugsjónina um "Age of Aquarius" til eftirtektar, so vit fáa tað besta frá báum síðum? Tí so longi vit stríðast fyri at fáa eitt fullkomi samfelag, kann tað ikki enda heilt galið.
Hetta var alt sovorði eg kom í tankar um, ímeðan eg gekk ein lítlan túr og iPod'urin byrjaði at spæla ein sang úr filminum "Hair."