Saturday, September 12, 2009

EG skjóti næsta rossið eg síggi !

Í mínari egnu verð gangi eftir vegnum, næstan líka sum, tá ið vepsirnar leypa á, men hesa ferð var tað størri - Nógv størri! Gubbi-di-gubbi-di-gassa-sa, har kom ein forkelaður lortungi tvísporandi eftir gonguteiginum á rossabakið! Sum um taðmikki var nóg ringt, tá teir bara spassera gjøgnum bygdina og fylla allan gonguteiðin og ofta eisini forða ferðsluni, ja vælkomin á bygd, og má líka nevna, at tá tað ikki kemur fyri í Havn, so er ongin verðsins grund til, at tað skal koma fyri á bygd, my god, so flenna vit eftir neytunum í India. Flyt rossini út um bygt økið, so eg kann flenna við aftur.
Hatt var fyri so vítt ræðuligt í sær sjálvum, men tað steðgar ikki her. Tað var ein vetrardag seint seinasta vetur. Eg var komin móður og troyttur heim úr skúla, haðani eg bleiv liðugur í summar, men til mína stóru gleði sá eg eitt postkrav upp á nakrar filmar, sum eg hevði keypt á internetinum, so eg feyk avstað inn til Postverk Føroya, umskylda, eg meinti Posta (hosta, kosta, tosta.) Tá eg næskaðist aftaná at trampa mær veg gjøgnum bleyta vátakavan, sum mest av øllum minti meg um slush-ice, traðkaði eg í ein feitan, bleytan og ikki petti vælkomnan hestalort. Tað ver keðiligt, so eg tók eitt langt skritt framm fyri ikki at traðka einaferð enn í hann, men tað sum kavin goymdi fyri mær var, at rossi, sum ongin hevði tikið upp eftir, hevði skitið allan gonguteiðin út nógv skritt framm, og eg traðkaðai ikk eina ella tvær ferðir aftrat í hestalort, sum ikki hoyrir heima har, sum fólk ganga til dagligt, men heilar fimm ferðir tilsamans, og mínir skógvar eru enn ikki penir, eg valdi heldur at tveita teir vekk.
Eri eg tann einasti, sum ikki heilt tímur at finna meg í hesum? At lortungar, hvørs foreldur keypa teirra kærleika við at keypa teimum ein hest ístaðin fyri at brúka eitt sindur av tíð ístaðin fyri pengum upp á børnini, skulu koma og trampa bygt økið til, bara tí tað knapliga er inn at hava ein hest?!? Og so siga fólk at merkjavøra er ein for dýr hobby.. Í tí minsta noyðist ongin at koyra sína skógvar í skrell hvørja ferð, eg havi verið og shoppa.
Nú vit eru við foreldur og barnauppaling, so vil eg líka siga "Hvat sker?!" Hvar eru foreldrini? Les tínum barnið eina søgu ístaðin fyri at keypa hest, trampolin og campingvogn, tey verða ikki glaðari av tí.. Ella jú, eina løtu, men tey høvdu verið glaðari fyri at vita, hvussu góð teirra foreldur vóru við tey, enn hvussu nógv tey hava ráð at spandera upp á tey. Set tey í sving, so tey læra at arbeiða fyri tað tey fáa, it's called parenting, lær tíni børn ábyrgd, tí tað verður grátur og tannagrísl, tá barnið kemur út í "The real world" og skal fáa arbeiði, Har mamma ikki ger alt fyri seg. Sum "The Simpsons" so væl endurtóku OScar Wilde í gjárkvøldi "Experience is just the name we give our mistakes." .. Tað passar, so læt tey fáa nøkur blá merkir av at hjálpa í heiminum, tað er bert ein møguleiki hjá pápa at siga "At nú ert tú røsk/raskur." Tað er meira vert enn trampolinin, tí hon fýkur í vindinum, um ikki børnini verða troytt av henni fyrst, men stoltleikin frá foreldrunum verður sitandi restina av lívinum.
Kanska eri eg eitt grenj, men tað riggar obinbart hjá børnunum at fáa sín vilja, tá tey grenja.

No comments:

Post a Comment