Tuesday, August 18, 2009

Eru børnini okkara framtíð?

Eg eri komin hartil, at eg skal fáa okkurt arbeiði at dríva tíðina við, áðren eg ætli mær at lesa víðari. Tað hevur við sær, at eg hugsi nógv um mína framtíð og hyggi eftir, hvussu tað er gingist hjá teimum, sum eru rundan um meg... og eg øtist við!
Í gjár var eg í barnaføðingardegi, har rúmi næstan var deilt upp í pør, og eg føldi meg sum um eg hugdi eftir einum parti av Sex and the City, tí eg legði bara merkis til, at hatta var onki fyr meg. Samtalan hevi tað við at vinda seg aftur til sama evni í nýggjum hami. "Míni børn her, míni børn der." Vil hetta siga, at tá ein fær børn, verða tey tað einasta, sum ein hevur at práta um?
Skúlin er akkurát byrjaður, so samtalan fór at snúgva seg um skúlan, og eg gekk jú eisini á sama skúla, sum flestu av pørunum (tvey og tvey) høvdu síni børn. Soleiðis kundi eg royna at koma upp í onkra samtalu, men so fóru tey at snakkað um onkran, í flokkinum hjá einum av hasum nógv for nógvu børnunum, summi fólk hava, sum skikkaði sær illa. Eg hevði bestan hug at skjóta upp, at ein skuldi bara flongt børnini, tí eg haldi ikki eitt barn tekur skaða av, at konsekvensir fylgja viðm tá tey bróta reglarnar; soleiðis er tað jú í tí veruliga lívinum. Men pedagog generatiónin hevði helst sent meg á konsentratiónslegu, um eg hevði sagt nakað, sum gav so nógva meining og sum stríddi ímóti teirra politikki, sum gongur út upp á, at børn skulu pakkast inn í boblupappír, tí tey eru fittari, tá tey eru hjálparsleys og vegna manglandi brest í reyvina bannað sum sjómenn. Hvat skal henda tá tey skulu út í lívið og fáa sær arbeiði og útbúgving? Tey fara at standa á berum og vita ikki, hvat tey skulu gera. Helst fara tey at lippast við sjónina av skeltinum, sum finst á hvørjum arbeiðisplássi, har tað stendir "Mamma tín arbeiðir ikki her."
Eg førkaði meg í eitt annað rúm, og helt tað var løgið, at eitt par sat so tætt, at albogarnir ikki bar rørdust, men kroystust, serliga tá næstan ongin annar sat í stóru sofuni. Men hetta var eitt av hasum ordiliga tøttu pørunum, sum mann ikki trýr upp á finnast, fyrr enn ein sær tey. Tá er tað sum at síggja ein einhyrning. Ein gerst ovfarin, tí hetta er so óveruligt, at tvey ymisk fólk kunnu vera so eins. Eg helt eisini klæðini sóðu eitt sindur koordineraði út og eg bíðaði eftir, at tey fóru at flenna í takt og enda setningarnar hjá hvørjum øðrum. Tó gerst mann eitt sindur bangin, tí ein einhyrningur hevur eitt langt spíkst horn, og tað er helst ikki skeg at hoyra tær spydigheitir, sum eitt sovorði par kann koma við. Spurningar sum "Nú? Hevur tú ikki funnið tær eina fitta gentu?" og eygnabrái, sum minnir um tað, tá ein fortelur, at ein hevur dumpa eina roynd og ikki, at ein er stakur, ger hetta til eina pínliga hending, hóast ein hevur tað fínt við at vera stakur.
Er hetta alt tað, sum lívið snýr seg um? Finst tað veruliga ikki ein betur møguleiki? Nógv tey flestu, sum fara hasa leiðina, hava nóg illa tíð at taka sær av børnum sínum. Ístaðin verða tey blakaði í vøggustovu allan dagin, barnagarð allan dagin, skúla hálvan dag og hina helvtina vilja tey hava frítíðarskúla at blaka tey í. Hví fáa tit tykkum børn, um tit ikki orka fyri at hava tey heima av og á? Og so keypa tey kærlakan hjá børnunum við trampolin, rossi og nú eisini campingvogni. Hvat verður næst? Kærleikin hjá einum barni er lættari og bíligari OG erligari vunnin við at lesa við teimum áðren songartíð, spæla við tey og at læra tey, hvat er rætt og skeivt - bæði við illum og góðum. Tað er faktiskt skyldan hjá foreldrum, sum verður í størri mun ignorera í dag.
Eg sigi bara sum er, at um hatta er tað, sum hendir, tá ein fær børn, so eru mínar ætlanir um a vera pápi ikki í eygsjón enn á sinnið.

No comments:

Post a Comment