Wednesday, January 12, 2011

All the children are insane

Suff, huff, puff ... Hvat feilar? Alt! Hvussu kann alt feila, hvat meinar tú? Eg fái alt, fría atgongd til skúla, sleppu ókeypis til lækna og um eg gangi arbeiðusleysur fái eg pengar frá landinum, men eg eri ungdómurin í vesturheiminum, sum aldrin er nøgdur og etir víðari, ímeðan svang børn vera skotin á opnum skermi í nýggjheitunum hvønn dag.
Eg stúri fyri, at soleiðis er tað. Tíðin er farin frá, at vit hava eina rødd, tí vit hava onki at siga við røddini. Tey, ið stýra okkara framtíð eru longu í holt við at nýta sína, ímeðan vit (í hvussu er eg) sita og lesa okkum klók, so vit kunnu stýra framtíðini hjá næsta ættarliðinum, ið onga rødd hevur tørv á. Hví er tað so? Er heimurin so bangin fyri, at ungdómurin fer "amok" aftur, líka sum í 60'unum og 70'unum, har eg burdi verið ungur (um tú ivast, síð aðrar greinir, eg havi skrivað longur niðri.) Halda tey, at nú, tá yngsta ættarliði fyri fyrstu fer í hálva øld ikki roynir at kollvelta tí, sum undanfarna ættarliði hevur uppbygt, so mugu tey halda okkum enn fastari, tí tað má vera sum danskurin sigur "Stilheden før stormen?" Persónliga ynskir mín romantiska síða, sum altíð droymir um, hvussu onnur livdu einaferð langtsíðani, tá luftin var frískari, vatni var bláari og børn vóru fitt, tí tey ikki høvdu sukursjokk døgni runt og kundu sissast við øðrum enn einari Nintendo DS, at tað er stilheden før stormen.
Heilt erligt, hvat fara komandi ættarlið at minnast okkum fyri? Gentir, sum eru ílatnar sum horur, ja minst helvtin, samstundis við, at mannfólki gongur í ljósareyðum, violettum og øðrum smágentufarvum? Skulu vit gera ein lista av tingum, sum framtíði fer at setai samband við verandi ættarlið? Ja?! Great, havi ætla mær at gjørt tað longi, so here it goes in no particular order:
1. Appilsingula húð
2. Sita dagin langan á internetinum (preferably á facebook)
3. Reality shows, har tey luttakandi eru nakin, appilsingul og full (ja, eg hyggi eisini, how can you not?)
4. Betur rættindi fyri samkynd (okkurt gott hendir, men hugsa sær, um fólk virkuliga arbeiddu fyri tí, vit vita er rætt, so høvdu vit verið komin nógv nærri málinum)
5. Hampafólki í samkomum heilavaska føroyska ungdómin.
6. Tey, ið lótu Jenis av Rana sleppa undan við skrekkinum aftaná brot av §266b
7. Allir skúlar stongja vegna svamp, ið finst í øllum beton bygningum í Føroyum
8. Hardcore dance, techno og hiphop, tað vil siga dansi tónleik framm fyri, ehm .. tónleik
9. Tey, sum lita hári litir, sum bara eru ónatúrligir
10. Piercingar, sum gjøgnumbora ein annars vælskaptan kropp

Just a few of the things, sum okkara ættarlið kemur at vera mint fyri.
Eg hugdi eftir filminum um The Doors við Val Kilmer sum Jim Morrison ein dagin. Hann var lesandi á einum filmskúla tíðliga í 60'unum, tá hann knapliga ein dagin reisti seg og fór út, tí tað var skeivt. Lívi hjá honum var skeivt. Samfelagið var skeivt! Alt var skeivt!! Soleiðis havi eg tað ofta. Tað er bara skeivt at eg siti niðri og lesi ístaðin fyri at njóta besta partin av mínum lívi, sum bert er eina ferð. Syrgiligi munurin er, at um eg reisti meg upp og fór, tí alt var skeivt, so hevði eg allarhelst enda við at flutt heim í kjallaran hjá mammu og pápa og blivi gamal drongur í Miðvági.. Kanska eg hevði byrja at gingið í tuflum enntá .. ímeðan Jim Morrison bleiv ein rock legenda, sum enn í dag ljóðar groovy, baby, if you can dig it? ...og hann doyði í baðikarinum av einari yvirdosis sum 27 ára gamal.
Um lívið var heilt fair, sum eg ikki trúgvi at tað nakrantíð fer at verða, so kundi mann haft bæði. Bæði fingið sær eina góða útbúgving og blíva ein ordans fat cat við so nógvum pengum, at tað kann brúkast sum konfetti á nýggjárinum og samstundis njóta sín ungdóm, sum spakuliga sníkir seg út gjøgnum porurnar á okkum. Ella í tí minsta kundu vit havt okkurt at víst á, um vit blivu spurd av komandi ættarliðum, hvat vit fingu burturúr, síðani vit ikki livdu ímeðan vit vóru ung. Um vit kundu sagt, hygg, vit høvdu mótmælisgongur og tí hava tit tað betur í dag. Ella okkurt, so ein kundi verið stoltur av sínum ættarliði.
Men tíverri eri eg ikki nógv øðrvísi enn onnur í mínum aldri, tí nú ringdi skype, og eg má fara. Týpiskt at onkur ringir mitt í sovorðnum, ha?

No comments:

Post a Comment