Saturday, July 9, 2011

Tú alfagra land mítt

Mín summarferia her heima hevur argumentera mær væl ímóti at flyta heim í framtíðini.
Skulu vit ikki bara takað ymiskar grundgevingar punkt fyri punkt? Eg nevni líka, at hetta er ikki galdandi fyri øll, men í størri mun í Føroyum enn aðrastaðni.

1. Kulinariskt ógjørligt hjá mær at búgva í Føroyum.
Eg havi aldrin verið ein serstakliga stórur fjeppari av føroyskum mati, men tað er ikki trupulleikin í hesum føri, tí tað eru so nógv onnur, sum ikki dáma annaðhvørt ræst kjøt, seyðarhøvd ella forgiftaða grind. No problem, mann kann keypa sær okkurt annað. Men hvat fær mann í føroyum? Perur, banan, appelsin og súrepli kosta á leið tað sama, sum í Danmark, men annars er grønmeti og frugt so rimmar dýr her á landi. So um mann, sum eg, gjarna vil eta sunt, so má mann hálvavegna vera millióningur. Kanska tí føroyingar stuðla Danske Spil í so stóran mun. Tey royna sjálvandi at gerast lotto millióningar, so tey skulu hava ráð at eta sunt.
Tað var so prísmunurin, men hvussu við úrvalinum? Eg finnið sjáldan tær røttu nøturnar og ymiskt annað, sum mær dámar at brúka til mína matger. Hetta kemur eisini til sjóndar, tá eg havi matpakka við ymsa staðni í Føroyum. Fólk sita bara og stara eftir matinum og spyrja við vaml í røddini, sum um teirra pestisid dálkaði, giftaði, proteinfátæki, sukurríki og serliga fitandi og salti matpakki var nakað at reypa av, "Hvat ER hatta." Tað eitur vegetarmatur, you should try it. Føroya fólk er ikki klárt at taka ímóti sunnum kosti ella at selja ráðvørurnar í handlunum til sømiligan prís.
Síðst, men møguliga minst, so eru tey fáu respektablu støðini, har ein kann fara út at eta so ókristiliga dýr, at tað er tað tættasta Føroyar koma at einum sekulariseraðum samfelagi.
Alt hetta tilsamans hevur givið mær bumsar um alt trýni, sum bleiv spotfree í Danmark.


2. Tað er eitt føroyskt fyribrigdi ikki at kenna hvørki móta, stíl ella trends.
Trý omanfyristandandi vera við jøvnum millumbilum blandaði við hvørt annað í Føroyum. Men lat meg forklára. Móti er tað sum sniðgevin sniðgevur. Stílur er tað, sum tær persónliga dámar. Eitt trend er nýggi mátin, sum fólk ganga í klæðunum, ein nýggj farva, eitt nýtt snið... Tað nýggja ráki innan klædnaheimin. Tá ein dugir at blanda hesi trý fyribrigdi í sínari garderobu, er mann helst ikki búsitandi í føroyum, tí her blanda fólk heldur, hvat hvørt er og halda alt vera tað sama, og verja sína garderobu við "Hetta er tað, sum tey brúka nú." Fyrst og fremst, nei, tey brúka ikki hatta. Og hvørji er tey?
Á hin bógvin vilja føroyingar aldrin síggjast burtur úr mannamúgvuni. Tí eru tað einans tey somu trendini sum vinna sær fram í føroyum: bjartar farvur, løgin mynstur, løgnar hárfarvur, stutt hár, denim og nógva húð. Hyggi sjálvi, hetta kemur allatíðina aftur í Føroyum, ímeðan mótaheimurin roynir at vera sparin við hesum. Tað vil ikki siga, at Føroyingar hava individuellan stíl, tí øll ganga líka ílatin; og mótaheimurin er sparin við tílíkum trendum, tí tey skjótt síggja kiksaði út, líkasum fjøldin í Deep.
Síðst á skránni innan hetta punktið, so ger tað, at mínir landsmenn eru so demode, sum Karl Lagerfeld ofta tekur til, at her ikki eru brúkiligir klædnahandlar í landinum. Eg havi hugt, men fuck of, har er bara denim, sum eg eigi nokk av, farvur, sum eg ikki vil goyma meg aftanfyri, tí eg haldi meg ikki vera so ljótan, at tað trongir til, statement T-Shirtir, sum eru so útdateraðar, at tað næstan er retro, men akkurát ikki. Endurnýtsla í Føroyum er eisini so mikið lítið ment, at ein einans finnur klæðir, sum tú sjálvur kundi keypt tær fyri fáum árum síðani.
Hetta hevur alt við sær, at eg føli meg óinspireraðan, og sum klædnasnobb, yes, I admit it, so verði eg í ringum lag av hesum.

3. Óupplýst, býtt fólk, sum halda piercingar vera originalar.
Eg havi valgt ikki at grenja um hetta fyri fólki generelt, men eg skrivi tað her, tí eg má grenja onkratsaðni. Í hvussu er hoyri eg konstant fólk siga, tá eg gangi framvið "Helviti, hann er bøssi," "Bøssi," "Ert tú ein genta?" Lat okkum bara staðfesta beinavegin. Eg eri homoseksuellur, og eri opin um tað, so tað er ikki meira enn at konstatera nakað meiningsleyst. Tað svarar til, at eg kommenteri hvørja fer onkur gongur framvið í arbeiðisjakka, myrkum hári, hol í oyrunum, krossi um hálsin og tílíkt. Til hitt, so haldi eg, at fólk ikki høvdu verið í iva um eg var ein genta. Haldi ikki eg síggi serliga androgynur út.
Hetta og meira enn sat eg og hugsaði, tá eg sat í einum balli, har eg onki hevði til felags við nakran. Tað kendist als ikki, sum eg hoyrdi heima har. So gekk tað upp fyri mær, at soleiðis eru mínar kenslur fyri Føroya landi. Tær eru ikki so ambivalentar, sum tær plagdu, tí svari er einkult. Nei, eg klári ikki at búgva í hesum landinum. Eg havi góð minnir av fólki hiðani, men fleiri ring. Hetta landi hevur aldrin føltst sum eitt heim hjá mær, men soleiðis má tað vera. Sum amerikumenn plaga at taka til: "I'm just a big fish in a small pond." Signing out as a foreigner.

No comments:

Post a Comment